Íverksetaraskeið í Klaksvík fyri tilflytarum

Íverksetaraskeið í Klaksvík fyri tilflytarum
Nú verður roynt at fáa tilflytarar í gongd at arbeiða við nýggjum hugskotum at seta nýtt vinnuligt virksemi í gongd í Føroyum
Íverksetarahúsið skipar fyri skeiði fyri tilflytarar
Mynd: www.is.fo  
 
23.05.2015 - 11:00

Tað er Íverksetarahúsið, saman við Klaksvíkar kommunu, sum skipar fyri Startup International, har tilflytarar úr øllum landinum skulu arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum.

Við nýggja integratiónspolitikkinum hevur Klaksvíkar kommuna lagt seg á odda, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti fólki av útlendskum uppruna og at síggja tey sum part av samfelagnum.

Tilflytarar hava serligar avbjóðingar av ymiskum orsøkum. Mál, siðir, lógir, mannagongdir í samband við skattlig viðurskifti og annað, eru avbjóðingar, sum serliga gera seg galdandi fyri tilflytarar. Á Startup International verður kunnað um neyðuga pappírsarbeiðið, mentanina í føroyska handilslívinum, umframt at professionelt íkast verður frá týðandi handilsfólki og bókhaldarum.

Startup International byrjaði í býráðshøllini í Klaksvík gjárkvøldið klokkan 17.00, og heldur fram alt vikuskiftið, har virksemið verður bæði býráðshúsinum og Íverksetarahúsinum á Garðavegur 57.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770