Krevja gjald fyri at hava skip og bátar skrásett

Krevja gjald fyri at hava skip og bátar skrásett
Gjaldið fyri í ár fellur til gjaldingar 1. juli
 
26.05.2015 - 08:16

Tey, sum eiga bát ella skip, skulu nú gjalda fyri at hava tey skrásett.

Lógin um skráseting av skipum varð broytt fyri einum ári síðani, og nú hevur Vinnumálaráðið gjørt uppskot um  kunngerð um gjøldini fyri at hava bát ella skip skrásett.

Sambært uppskotinum, sum er sent til hoyringar, eiga bátar minni enn 15 bruttotons at gjalda 200 kr. um árið, bátar og skip millum 15 og 500 bruttotons eiga at gjalda 1.500 kr. og tey størstu skipini 2.400 kr. um árið. 

Skipaskrásetingin skal hava pengarnar fyri skrásetingina.

Fyri 2015 fellur ársgjaldið til gjaldingar 1.juli.

Er ársgjaldið ikki goldið, tá tíðarfreistin er farin, verður eykagjald lagt omaná. Eykagjaldið er 100 kr.

Kunngerðin gevur eisini loyvi til at heinta inn ársgjaldið og eykagjaldið við panting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360