Aspirantútbúgvingin er ein skandala

Aspirantútbúgvingin er ein skandala
Tað sigur Axel Hansen úr Fiskimannafelagnum, men Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, er ósamdur
 
02.06.2015 - 08:08

Føroysk aspirantskipanin lýkur altjóða krøv, sigur landsstýrismaðurin í Mentamálum í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar. 

Tíðindaskrivið er eitt aftursvar til Axel Hansen úr Fiskimannafelagnum, sum í gjár skrivaði, at aspirantútbúgvingin við 12 mánaðar-praktikk tíð er ein skandala og at praktikk tíðin als ikki er nøktandi. 

"Ein verulig sjóvinnuútbúgving krevur nógv longri praktiktíð/ royndartíð enn skúlagongd, um hon skal vera effektiv, skrivaði Axel Hansen, stjórnarlimur í Fiskimannafelagnum, á heimasíðu felagsins.

Ger soleiðis í útlondum
 
Landsstýrismaðurin í Mentamálum sigur, at flestu øll lond, sum bjóða út maritimar útbúgvingar, hava sonevndar aspirantskipanir har lesandi skifta ímillum skúla- og sjólívið. 

- Sáttmáli krevst millum næming, skúla og reiðarí um starvsvenjing, og næmingarnir fáa bæði prógv og vinnubræv, tá útbúgvingin er liðug.

Tað er tí ilt at skilja, hví røddir úr Føroya Fiskimannafelag finnast hvassliga at einari føroyskari aspirantskipan, har lesandi fáa høvi at ganga í føroyskum sjómansskúla og fara í starvsvenjing umborð á føroyskum ella útlendskum skipum. Talan kann vera bæði um skip í altjóða sigling og fiskiskip, sigur Bjørn Kalsø.

Kunnu gera tillagingar

Føroyska aspirantskipanin byrjar sum ein royndarskipan, ið verður eftirmett um eitt ár. Skipanin er gjørd við fyrimynd úr grannalondunum, og lýkur øll altjóða krøv hjá IMO, um fakliga støðið, skeið og siglingstíð.

Men skipanin verður í fyrsta umfari royndarkoyrd, so til ber at gera tillagingar í útbúgvingini, um neyðugt, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum. 

Aðrar útbúgvingar

Tað fer framhaldandi at bera til at lesa til skipara, skipsførara, maskinist og maskinmeistara eftir teimum útbúgvingarskipanum, sum eru í dag. Hesar virka sera væl og verða tí ikki broyttar. 

Aspirantskipanin kemur tí ikki ístaðin fyri verandi útbúgvingar í maritimu skúlunum, - men hon verður eitt tilboð afturat, sum fer at geva fleiri ungum møguleika at útbúgva seg í Føroyum eru boðini úr Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223