Tí svíður tað í eygunum tá tú svimur

Tí svíður tað í eygunum tá tú svimur
Heldur tú, tað er klorið, tú fært ilt í eyguni av, tá tú svimur, fert tú skeivur. Orsøkin, til at tað svíður í eygunum, er ein heilt onnur
Tað er ikki av klorinum, tú fært ilt í eyguni av, tá tú svimur. Tað er av pissi og sveitta og vánaligari luft í svimjihallum, er niðurstøðan í nýggjari gransking
 
01.07.2015 - 20:30

Tú kennist helst við tað; tú hevur verið og svomið, og tá tú ert komin uppaftur úr hylinum, svíður tað í eygunum, sum eisini verða reyð aftaná. Hjá onkrum svíður minni, hjá øðrum meira.

Nú er greitt, hví tað svíður í eygunum hjá fólki, sum hava verið ein túr í svimjihøllini. Og nei, tað er ikki av klorinum, tú fært ilt í eyguni av, men nakað, ið er meira ótespiligt.

Orsøkin, til at tú fært ilt í eyguni, er piss og sveitti, sum eru í svimjihyljum, er niðurstøðan sambært nýggjari gransking hjá amerikonsku heilsumyngugleikunum, Centers for Disease Control and Prevention.

Eisini vánalig luftgóðska

Tað er piss og sveitti frá fólki, ið gera, at tað svíður so illa, sambært granskingini. Klor í so smáum nøgdum er ikki nóg mikið til, at tað skal svíða so illa, sambært granskingini.

Harumframt er luftgóðskan sum heild eisini vánalig í svimjihallum. Tað ger eisini alt enn verri, tá luftin í svimjihallum ikki verður skift út í nóg stóran mun.

Loysnin er at fáa fólk at vaska sær betri, fyri at minka um piss og sveitta í svimjihyljum, staðfestir granskingin hjá Centers for Disease Control and Prevention.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Morgunlestur leygardagur 21.februar 2026
204092
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418