Team-Rynkeby skal súkkla 208 kilometrar í dag

Team-Rynkeby skal súkkla 208 kilometrar í dag
Súkklað verður gjøgnum Týskland - úr Bremen til Haidkamp
 
06.07.2015 - 10:02

Talan er um triðja teinin, eftir at føroysku súkklararnir í gjár súkklaðu fyrstu 200 kilometrarnar - úr norðurtýsklandi suður til Bremen.

Tilsamans skulu føroysku súkklararnir súkkla millum 1200 og 1300 kilometrar, áðrenn tey koma á mál í Paris.

Føroyska Team-Rynkeby liðið er partur av stóra Rynkeby-liðnum við okkurt um 1400 súkklarum úr at kalla øllum norðurlondum. 

Tey koma á mál í Paris seinnapartin fríggjadagin.

Endamálið við túrinum er at savna inn pengar til børn við krabbameini og familjur teirra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360