Svimja í heiðursmerkjum og metum

Svimja í heiðursmerkjum og metum
Føroysku svimjararnir í norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung hava staðið seg væl, og hava vunnið fimm gullheiðursmerki og tvey silvur og sett met
 
12.07.2015 - 13:05

14 ára gamla Sára Rygshamar Nysted úr SuSvim vann gull í 800 frí, 400 blandað, 200 frí 400 frí og 200 blandað, og silvur í 100 metra frí, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann silvur í 800 frí.

Eisini blivu trý føroysk met sett, umframt fimm føroysk juniormet. 

Norðurlendsku Meistarastevnan endaði í dag, og tey, sum svumu fyri Føroyar vóru Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag,Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag,Rókur Trygvason, Reysti og Birni Sigvardsen, Havnar Svimjifelag.

Úrslit og tíðir síggjast á heimasíðuni hjá svimjisambandinum, ssf.fo

Hoyr samrøðu við Rók í Jákupsstovu, fromann í Svimjisambandinum í tíðindasendingini klokkan 14.00. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334