Andstøðan má koma við einum uppskoti

Andstøðan má koma við einum uppskoti
Tað er lítið høpi í at kalla tingið saman, um andstøðan ikki er samd um, hvat tingið skal viðgera, heldur Helgi Abrahamsen, tingmaður.
 
12.07.2015 - 15:02

Tað er brævið frá teimum trimum andstøðuflokkunum, Framsókn, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, ið vilja hava tingið kalla saman at viðgera kanningina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstóra, ið undrar tingmannin hjá Sambandsflokkinum. 

- Skal tingið kallast saman, má tingið hava eitt ítøkiligt uppskot at viðgera. Men her er einki uppskot klárt. Tí má andstøðan fyrst vera samd um, hvat hon vil, sigur Helgi Abrahamsen. 

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sigur, at hann er til reiðar at seta fram misálit á løgmann, gerst tað neyðugt. Men tað verður so ikki við undirskiftini hjá Helga Abrahamsen. 

Hann tekur ikki undir við einum misáliti á løgmann, sigur hann. 

Hoyr samrøðu við Helga Abrahamsen í tíðindinasendingini klokkan 18.00. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440