Marknagilsdepilin klárur 24. november næsta ár

Marknagilsdepilin klárur 24. november næsta ár
Tað sigur nýggjasta tíðarætlanin hjá Landsverki
 
17.07.2015 - 08:15

Dagurin, hósdagurin 24. november 2016, stendur í tilmæli frá Landsverki til Mentamálaráðið. - Kringvarpið hevur fingið innlit í tilmælið.

Landsverk heldur, at tað ber til at byggja skjótari, um arbeitt verður longri dagar við fleiri fólkum og amboðum, so arbeiðið kann verða liðugt sum upprunaliga ætlað í august næsta ár.

Landsverk mælir kortini frá at gera tað, tí so er vandi fyri, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, at arbeiðið ikki verður gjørt nóg væl. 

Fíggjarligu avleiðingarnar verða størri við einari loysn, sum verður skundað ígjøgnum, stendur í tilmælinum frá Landsverki.

Roknivilla hjá donskum ráðgeva gjørdi tað neyðugt at fara afturumaftur, og tí er byggingin seinkað fýra mánaðir.

Landsverk og fakeftirlitið varnaðust í november í fjør, at alt ruggaði ikki rætt. Nakrir betongveggir vóru ov smalir. 

Fyritøkan Cowi, sum er óheftur ráðgevi hjá byggiharranum, hevur boðað Landsverki frá, at nú eru bæði útrokningar og loysnirnar í lagi og trygt er at byggja víðari. 

Endalig átekning og góðkenning frá Cowi eru tó ikki komnar enn. Tær koma væntandi beint eftir summarfrítíðina, tá útrokningar hjá undirveitara eru komnar, sigur Landsverk í brævinum til Mentamálaráðið.
Samanumtikið mælir Landsverk til, at byggitíðin verður longd, so Marknagilsdepilin verður tikin í brúk í desember 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493