- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
Tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing
Ein 49 ára gamal maður fekk í gjár tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap.

23.07.2015 - 09:35
Maðurin varð tikin í Havn fríggjadagin 10.juli. Hann varð skuldsettur fyri at hava givið einum vaktarmanni í SMS nevan í andlitið og fyri at hava brotið ein rút í einum húsum í Havn.
Maðurin noktaði seg sekan. Í grundlógaravhoyring í Føroya rætti tann 11.juli varð maðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Føroya rættur avgjørdi í gjár, at maðurin skal sita dómin alt fyri eitt, so hann varð koyrdur niðan aftan í Mjørkadal eftir rættarfundin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























