ISIL er størri hóttan enn Al-qaeda

ISIL er størri hóttan enn Al-qaeda
Tað sigur ovastin fyri FBI, James Covey, í samrøðu við CNN. Islamiskur statur, ISIL, er størri hóttan móti USA og vesturheiminum enn Al-qaeda.
 
24.07.2015 - 08:20

- Vit eru meira óttafull um hóttanirnar frá ISIL enn Al-Qaeda. Hóttanirnar frá ISIL eru øðrvísi og tað er trupult at finna fólkini, ið standa aftan fyri hóttanirnar. Og tað ger arbeiðið ógvuliga trupult, sigur James Covey. 

Seinastu dagarnar hava fleiri álop verið í USA, og fleiri fólk eru deyð í skotálopum.

Kortini hevur tað ikki enn eydnast FBI at finna fram til, um tað er ISIL, ið stendur aftan fyri álopini, og hvørji fólkini eru. Tó hevur FBI illgruna um, at tað er ISIL, ið eigur ábyrgdina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV