Uppskot um eina eykajáttanarlóg var gjørt

bannari
Uppskot um eina eykajáttanarlóg var gjørt
Uppskotið um eykajáttanarlóg til Viðareiðistunnilin skuldi bara góðkennast á landsstýrisfundi fyrst, áðrenn tað fór í Løgtingið nú fyrst í august
Arbeiðið í Viðareiðistunlinum hevur gingið so skjótt, at játtanin í 2015 er ov lítil. Uppskot um eina eykajáttanarlóg var gjørt, og skuldi bara góðkennast á landsstýrisfundi fyrst, áðrenn tað fór í Løgtingið fyrst í august
 
06.08.2015 - 16:04

Uppskotið var á landsstýrisfundinum mánadagin í síðstu viku. Tá varð avgjørt at útseta øll málini uttan fiskidagarnar, tí øll landsstýrisfólkini vóru ikki á fundinum mánadagin.

Avgjørt varð at hava landsstýrisfund fríggjadagin. Men so hendi tað mikudagin, ólavsøkudag, at løgmaður skrivaði út val.

SÍ EISINI Tunnilin kanska seinkaður av løgtingsvalinum

Í eykajáttanarlógini vóru millum annað 40 mió. kr. til Viðareiðistunnilin. Ikki 40 milliónir afturat, men 40 milliónir skuldu flytast frá 2016 til 2015, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

So var ætlanin at flyta alla játtanina í 2017 til 2016, tí kann arbeiðið í Viðoynni halda fram uttan steðg verður tað, sambært Landsverki, liðugt næsta vár.

Arbeiðið í Viðareiðistunlinum hevur gingið so skjótt, at játtanin í 2015 er ov lítil til, at arbeiðast kann alt árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477