Einki finalupláss til Pál

Einki finalupláss til Pál
Pál Joensen megnaði ikki at svimja seg í finaluna í 1500 metrum leygarmorgun
 
08.08.2015 - 10:48

Pál Joensen gjørdist nummar fýra í sínum innleiðandi umfari í 1500 metrar frí  í HM í Kazan í Russlandi í morgun. Tíðin hjá Páli var 14:58:52. og tað rakk samanlagt til eitt 9. pláss og tíverri ikki til eitt finalupláss. Tað merkir, at atgongumerkið til Olympisku leikirnar komandi ár eisini er í vanda.

Tíðin hjá Páli er væl undir kravtíðina, sum danir hava ásett til OL, men av tí at Pál Joensen akkurát ikki rakk finaluna, sum var kravið, er eingin vissa fyri, at hann sleppur til Olympisku leikirnar í Rio í 2016. Um tveir danir og/ella føroyingar  svimja skjótari enn Pál Joensen til Danish Open ella á EM í London í 2016, so sleppur Pál Joensen ikki við til Olympisku leikirnar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672