Milan Cimburovic skal venja HB

Milan Cimburovic skal venja HB
Nevndin í HB hevur longu sett avloysaran fyri Heðin Askham, sum leðgi frá sær, sum venjari fyri HB í gjár.
Nevndin í HB hevur gjørt av, at Milan Cimburovic skal venja fremsta liðið hjá HB, nú Heðin Askham hevur lagt frá sær
Mynd: Savnsmynd  
 
09.08.2015 - 15:24

Milan Cimburovic, sum síðani 2012 hevur verið høvuðs-ungdóms-venjari hjá HB, skal fyribils vera høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá HB, tað ið er eftir av verandi kappingarári.

Milan Cimburovic tekur við sum høvuðsvenjari beinanvegin, og hann hevur sína fyrstu venjing við fremsta liðnum í morgin.

Finnbogi Arge, formaður í HB, sigur seg vera sera væl nøgdan við tað ungdómsarbeiði, ið Milan Cimburovic hevur gjørt í HB síðstu árini.

-Nú verður hansara uppgáva at føra tað ungdómsarbeiði víðari á besta liðnum, sigur Finnbogi Arge, sum samstundis leggur dent á, at nýggi høvuðsvenjarin ikki fer at sleppa ungdómsarbeiðnum í felagnum, hóast nýggjur høvuðs-ungdómsvenjari skal finnast.

Finnbogi Arge sigur seg skilja avgerðina hjá Heðini Askham um at siga seg úr starvi.

-Tað er eingin loyna, at eg vildi fegin hava Heðin Askham til felagið, og hann fekk eisini eitt gott úrslit í fjør. Men í ár hevur ikki gingist eftir vild, sigur Finnbogi Arge og vísir á at felagið hevur mist leikarar, umframt at hópurin hevur verið nógv plágaður av skaðum. 

Málsetningurin hjá HB er nú at kvalifisera seg til at sleppa út í Evropa at spæla næsta kappingarár, sigur Finnbogi Arge.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751