- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valið er byrjað
Valið er byrjað
Valhølini kring landið lótu upp klokkan 10 og lata aftur klokkan 20 í kvøld.
01.09.2015 - 09:57
36.458 fólk hava valrætt, tað eru 851 fleiri enn til valið í 2011.
169 valevni eru at velja ímillum á teimum 58 valstøðunum.
Kringvarpið fer at fylgja við valinum allan dagin og út á kvøldið til úrslitini koma. Hetta verður bæði í tíðindasendingum, morgunsendingini og í sendingini Valfepur, sum verður seinnapartin.
Eisini á heimasíðuni verður nógv valtilfar í allan dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV