Fiskurin eigur at verða seldur á uppboðssølu

Fiskurin eigur at verða seldur á uppboðssølu
Nýggja landsstýrissamgongan eigur at síggja til, at fiskur undan Føroyum verður seldur á uppboðssølu, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
Fiskur undan Føroyum eigur at verða seldur á uppboðssølu, og nýggja landsstýrissamgongan eigur at síggja til, tað verður gjørt, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
 
08.09.2015 - 09:11

Nýggja landsstýrissamgongan eigur at síggja til, at fiskur undan Føroyum verður seldur á uppboðssølu. Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, í samrøðu við Sosialin.

- Sum støðan er nú, er tað eingin, sum sigur, at fiskurin verður seldur fyri hægsta prís. Bara ein uppboðssøla kann tryggja besta prísin, og at hýrurnar hjá fiskimonnum hækka, sigur Hans Joensen.

Hann sigur, at nú eru tað virkini, sum eiga skipini, og fiskurin verður landaður beinleiðis til virkini. Tí er ómøguligt hjá virkjum, sum ikki eiga skip, at fáa fisk til virkingar.

Lítil áhugi fyri at lata Bacalao uppaftur

Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava seinastu árini roynt at latið Bacalao í Havn uppaftur, men í Føroyum hevur lítil og eingin áhugi verið at sett pening í virkið.

Fyri einari tíð síðani fingu feløgini samband við eina fyritøku á Bornholm um at lata virkið uppaftur, men nú er áhugin minkaður, tí tað ber ikki til at fáa fatur á fiski, sigur Hans Joensen við Sosialin.

Hans Joensen heldur, at verður rætt atborið, fer at bera til at fáa eini 200-300 arbeiðspláss í fiskivinnuni í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328