Nú eru trý kurvabóltsfeløg í Føroyum

Nú eru trý kurvabóltsfeløg í Føroyum
Nýtt kurvabóltsfelag er stovnað í Havn
 
12.09.2015 - 18:04

Føroyskur kurvabóltur hevur fingið eitt felag afturat, og nú eru trý feløg í Føroyum. Nýggjasta felagið er úr Havn, og tað eitur Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin.

Frammanundan eru kurvabóltsfeløgini Hamar (Havn) og Ravnur (Toftir).

Sporðdrekin hevur í løtuni bara manslið, men í framtíðini er ætlanin, at felagið skal verða umboðað við kvinnum og monnum í øllum aldursbólkum.

Nú trý feløg eru í Føroyum ber til at kappast, og har við eisini styrkja um landsliðið, sum fyri fyrstu ferð luttók á oyggjaleikum í Jersey í ár.

Skipað verður fyri FM-kapping millum Hamar, Ravn og Sporðdrekan í vetur.

Sporðdrekin ætlar eisini at skipa fyri opnum kappingum, har øll kunnu luttaka. Hesar kappingarnar skulu eftir ætlan økja áhugan fyri kurvabólti í Føroyum.

Formaður í Sporðdrekanum er Magnus Jakobsen, og hann sigur, at føroyskur kurvabóltur nú hevur nógv størri møguleikar fyri menning.

- Trupulleikin hevur øll árini verið, at eingin skipað kapping hevur verið. Nú ber tað til, og vit vóna, at fleiri feløg fara at leggjast afturat kring landið, sigur formaðurin í nýggjasta kurvabóltsfelagnum í Føroyum.

Venjingarnar hjá Sporðdrekanum eru á Argjahamri.

Áhugað kunnu lesa meira á facebooksíðuni hjá felagnum. Leita eftir ”sporðdrekin"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011