Brenniovnar dálka minni enn hildið

Brenniovnar dálka minni enn hildið
Útlátið frá brennovnum er 77 prosent minni, tá talan er um køvingarsúrevni og 78 prosent, tá talan er um bitlar
 
18.09.2015 - 16:04

Nýggj kanningar og útrokningar vísa, at brenniovnar ikki dálka so nógv, sum hildið. 

Danska National Center for Miljø og Energi við lærda háskúlan í Aarhus hevur kannað brenniovnar í húsum, háhúsum og kolonihavum í Keypmannahavn og á Frederiskberg, og útlátið av bitlum og køvingarsúrevnum er munandi minni enn hildið.

Leinki til kanningina: Brænderøgs bidrag til luftforurening

Samanborið við útrokningar frá 2010, vísa nýggj tøl, at útlátið frá brennovnum er 77 prosent minni tá talan er um køvingarsúrevni og 78 prosent, tá talan er um bitlar.

Nýggju útrokningarnar eru gjørdar við støði í uppgerð yvir talið av brenniovnum, sum skorsteinssóparar í Keypmannahavnar kommunu hava gjørt, og dátu frá samrøðum við ávíst tal av teimum, sum eiga brenniovn. Millum annað varð spurt um, hvussu gamal brenniovunurin er og hvussu ofta hann verður brúktur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723