Hert eftirlit við skipum

Hert eftirlit við skipum
Tvey føroysk skip hava fingið viðmerkingar eftir eftirlit umborð. Manningin hevði ikki venjing í at handfara hættisligar støður í afturlatnum rúmum
Nú í september hava tvey føroysk skip fingið viðmerkingar eftir eftirlit umborð, tí manningin hevði ikki venjing í at handfara hættisligar støður í afturlatnum rúmum
 
28.09.2015 - 09:06

Sjóvinnustýrið boðaði frá í summar. at frá september til november í ár verður hert altjóða eftirlit við, at manningar á skipum eru førar fyri at handfara støður í afturlatnum rúmum.

At tvey føroysk skip hava fingið viðmerkingar er ikki í lagi, heldur Sjóvinnustýrið, sum nú hevur mint øll reiðarí í føroysku altjóða skipaskránni, FAS, á herda eftirlitið.

Í fjør var herda eftirlitið hjá millumtjóða samstarvinum um trygd á sjónum viðvíkjandi hvíldartíð hjá manningini. 912 viðmerkingar vórðu gjørdar í 2014.

16 skip vórðu afturhildin fyri at bróta ásetingarnar um hvíldartíð. Tó var einki føroyskt skip afturhildið. Í 2016 fer herda eftirlitið at leggja dent á rættindi, arbeiðs- og liviumstøður hjá manningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762