Føroyar afturgond á FIFA-styrkislistanum

Føroyar afturgond á FIFA-styrkislistanum
Tapini fyri Norðurírlandi og Finnlandi hava við sær, at føroyska A-landsliðið í fótbólti er farið nøkur pláss aftur á FIFA-styrkislistanum
Føroyska A-landsliðið er farið nøkur pláss aftur á styrkilistanum hjá FIFA, eftir tapini í kjalarvørrinum á sigrinum á Grikkalandi á Tórsvølli í juni (myndin)
 
01.10.2015 - 11:06

Føroyska fótbóltslandsliðið er farið tíggju pláss aftur á FIFA-styrkislistanum. Listin varð kunngjørdur í dag. Føroyar eru á 85. plássi.

Sigrarnir á Grikkalandi í EM-undankappingini syrgdu fyri, at Føroyar gjørdu eitt stórt lop á listanum, sum bleiv kunngjørdur í summar. Føroyar fóru frá at liggja nummar 102 til nummar 75.

Síðani hava Føroyar tapt fyri Norðurírlandi og Finnlandi, og tí er A-landsliðið farið tíggju pláss aftur á styrkislistanum hjá FIFA.

Sambært nýggjasta listanum er Argentina framvegis heimsins sterkasta fótbóltstjóð. Týskland er á øðrum plássi.

Sterkasta norðurlandi er Ísland á 23.plássi. Danmark er nummar 28, Noreg 34 og Svøríki er nummar 45.

 

Norðurlond

23. Ísland
28. Danmark
34. Noreg
45. Svøríki
64. Finnland
85. Føroyar

Tíggju tey sterkastu

1. Argentina
2. Týskland
3. Belgia
4. Portugal
5. Kolumbia
6. Spania
7. Brasil
8. Wales
9. Kili
10. Ongland

FIFA-styrkislistin kann síggjast her

Um eina viku, hósdagin 8.oktober, spæla Ungarn og Føroyar í Budapest.

Sunnudagin 11. oktober spæla Føroyar og Rumenia á Tórsvølli. Tað er síðsti dysturin í hesi EM-undankappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711