Bíðirøð eftir at sleppa til CTD-kanningar

Bíðirøð eftir at sleppa til CTD-kanningar
Nógv fólk hava kannað seg fyri CTD-sjúkuna, síðani CTD-foreldrabólkurin herfyri heitti á tey - sum ikki longu eru kannað - at kanna seg fyri sjúkuna
Bíðitíð hevur seinastu tvær vikurnar verið á Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum, síðani CTD-foreldrabólkurin heitti á fólk at kanna seg fyri CTD-sjúkuna, høvdu fólk ikki gjørt tað. Nú fara fleiri fólk at taka blóðroyndirnar
 
06.10.2015 - 14:19

Fyri tveimum vikum síðani hevði umleið triði hvør føroyingur ikki latið seg kanna fyri CTD-sjúkuna. Tað talið er helst lægri nú, tvær vikur seinni.

Nógv fólk hava tikið við áheitanini at lata seg kanna fyri CTD, og bíðitíðin á Rannsóknarstovuni hevur verið longri seinastu dagarnar, boðar Landssjúkrahúsið frá.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Nógv fólk hava tikið við áheitanini frá serfrøðini um, at lata seg kanna fyri CTD. Av somu orsøk hevur bíðitíðin á...

Posted by Landssjúkrahúsið - National Hospital of the Faroe Islands on 6. Oktober 2015

Landssjúkrahúsið boðar frá, at frá í morgin - mikudegnum 7. oktober - fara fleiri fólk at taka CTD-blóðroyndir á Rannsóknarstovuni, fyri at minka um bíðitíðina.

Tað var í eini almennari áheitan 27. september, at CTD-foreldrabólkurin heitti á fólk um at lata seg kanna fyri CTD-sjúkuna, eftir at foreldrabólkurin var savnaður á fundi.

Síðani tá hava miðlarnir eisini varpað ljós á evnið í fjølmiðlaumrøðuni. Kringvarpið sendir klokkan 17:05 í dag Vitan, ið hesa ferð snýr seg um CTD-sjúkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974