VÍF reisti seg

VÍF reisti seg
Eftir ósigurin fyri H71 um vikuskiftið reisti VÍF seg í kvøld við sigri á KÍF í sera spennandi dysti
Mynd: jn.fo  
 
07.10.2015 - 21:43

VÍF vann í kvøld á KÍF, sum vitjaði í Vestmanna.

VÍF vann 22-19, men í hálvleikinum var tað KÍF, sum var á odda 10-11.

Liðini fylgdust mest sum allan dystin. Tað var javnt ella eitt mál á muni.

Men í teimum síðstu minuttinum fóru vestmenningar frá kollfirðingum. Støðan var 19-19, tá 55 minuttir vóru farnir.

Í teimum síðstu fimm minuttinum skoraðu Hanus Christophersen, Andrias Eriksen og Filip Jojic, meðan KÍF einki mál fekk.

VÍF - KÍF 22-19 (10-11)

Áki Egilsnes (VÍF), 7

Hans Eli Sigurbjørnsson (KÍF), 10

Støðan:

1. H71 3 dystir 6 stig
2. VÍF 4 dystir 6 stig
3. KÍF 3 dystir 4 stig
4. STÍF 3 dystir 2 stig
5. Neistin 2 dystir 2 stig
6. Kyndil 3 dystir 0 stig
7. Team Klaksvík 2 dystir 0 stig

Komandi dystir:

Hósdagin Kyndil - Team Klaksvík
Sunnudagin Kyndil - VÍF
Sunnudagin KÍF - Neistin
Sunnudagin H71 - Team Klaksvík

Myndina eigur jn.fo. Fleiri myndir frá dystinum eru at finna har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201