BankNordik selur Vørð

BankNordik selur Vørð
Tey, sum eiga BankNordik, kunnu vænta sær 100 milliónir krónur í eyka vinningsbýti í 2017, nú bankin hevur gjørt av at selja tryggingarfelagið
Eitt oyra ella bæði tvey eru á veg frá BankNordik til landskassan. Bankin hevur gjørt av at selja tryggingarfelagið
 
09.10.2015 - 08:00

Eitt oyra ella bæði tvey eru á veg frá BankNordik til landskassan. Tí tey, sum eiga Bank Nordik, kunnu vænta sær 100 milliónir krónur í eyka vinningsbýti í 2017.

BankNordik hevur gjørt treytaða søluavtalu við íslendska Arion banka um 51 prosent av partabrøvunum í tryggingarfelagnum Vørður.

Partabrøvini seld fyri 278 milliónir

Vørður er dóttirfelag hjá BankNordik í Íslandi. Harafturat hava BankNordik og Arion banki gjørt avtalu um, at Arion banki kann keypa tað, ið eftir er av Vørði, í 2017.

Samlaði prísurin fyri øll partabrøvini er umleið 278 milliónir danskar krónur. Báðar avtalurnar eru treytaðar av, at íslendsku myndugleikarnir góðkenna tær.

Partabrøvini hjá BankNordik í Vørði eru bókaðar til 174 milliónir, og eftir kostnaðir og skatt væntar bankin at fáa eini 60 milliónir krónur í vinningi av søluni.

Eigararnir mugu bíða í tolni

Bankin hevur áður boðað frá, at ætlanin er at lata upphæddina, sum samsvarar við økingina í kjarnukapitalinum av hesum handlinum, í vinningsbýti til eigararnar.

Tann upphæddin verður í minsta lagi 100 milliónir krónur, sigur bankin í fráboðanini. Tó mugu eigararnir bíða í tolni til 2017 at fáa hesar 100 milliónirnar, tí seinni partur av søluavtaluni við Arion banka ikki verður framd í verki fyrr enn tá.

Tað almenna í Føroyum eigur ein triðing av BankNordik, og tí kann landskassin vænta at fáa góðar 33 milliónir krónur í eyka vinningsbýti av hesum handlinum í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862