Bíligari at liva nú enn fyri einum ári síðani

Bíligari at liva nú enn fyri einum ári síðani
Seinasta árið er brúkaraprístalið í Føroyum minkað við 1,9 prosentum. Tað eru kortini onkur ting, sum eru blivin dýrari hjá tær at keypa nú
Brúkaraprístalið í Føroyum er seinasta árið farið niður við 1,9 prosentum. Matvørur eru nú hálvt prosent bíligari
 
13.10.2015 - 10:30

Tað er blivið bíligari at liva. Brúkaraprístalið í Føroyum er eftir einum ári farið 1,9 prosent niður, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni í morgun.

Tað eru serliga príslækkingar í bólkinum "býli", ið hava ávirkað samlaða brúkaraprístalið mest seinasta árið, nú rentan og oljan eru bíligari.

Prísirnir á klæðum eru eisini lækkaðir seinasta árið. Klæðir eru 2,3 prosent bíligari at keypa í Føroyum nú í mun til fyri einum ári síðani.

Hinvegin er tað blivið dýrari at drekka og roykja nú í mun til fyri einum ári síðani. Rúsdrekka og tubakk eru 2,1% dýrari nú í mun til somu tíð í 2014.

Sí øll tølini hjá Hagstovuni her: Brúkaraprístalið er lækkað 1,9 prosent seinasta árið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974