- Tíðindi, mentan og ítróttur
Guðmundur Joensen nummar fimm í Lissabon

Guðmundur
Joensen luttók leygardagin í stórari ½ Ironman kapping í Lisabon. Tað gekk so væl, at hann kom á mál við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sek, og við hesi tíð
gjørdist nr. 5 í kappingini.

½ Ironman
er 1,9 km svimjing á sjónum ? 90 km súkkling og 21,1 km renning.

Guðmundur
kom, saman við trimum øðrum, fyrstur úr sjónum og legði seg á eitt triðja pláss í
súkklingini, til eitt tekniskt brek hendi við súkkluni. Hetta gjørdi, at hann
mátti steðga og fáa súkkluna í ordan aftur. Men hann kom skjótt aftur í oddin, og
fór sum nr. 5 út á renniteinin. Hóast nógva hitan, 25-30 hitastig, rann hann
trygt á mál og gjørdist nr. 5 í kappingini.