Útsetti býráðsfundurin verður í dag

Útsetti býráðsfundurin verður í dag
Eitt av málunum á útsetta eykabýráðsfundinum eru ætlaninar hjá kommununi at flyta alla umsitingina úr miðbýnum í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju
Eykabýráðsfundurin í Havn, sum skuldi vera mánakvøldið, men sum varð útsettur, verður í dag klokkan 16:30
 
21.10.2015 - 08:04

Eykabýráðsfundurin í Havn, sum skuldi vera mánakvøldið, men sum varð útsettur, verður í dag klokkan 16:30.

Býráðið skal umrøða byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum og ætlanina um at flyta umsitingina hjá kommununi úr miðbýnum í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju.

Nýggi skúlin í vesturbýnum í Havn, Skúlin á Fløtum, er mettur at kosta 232 milliónir kr. Tá er meirvirðisgjaldið ikki talt við. Sambært byggiskránni, sum býráðið fer at viðgera á eykabýráðsfundinum í dag, verður skúlin 11.600 fermetrar.

Byggja í trimum stigum

Møguleikar vera at byggja út til tveir flokkar afturat í sjeynda árgangi. Bygt verður í trimum stigum. Sambært tíðarætlanini skal fyrsta byggistig verða liðugt í 2018.

Í 2018 flytur miðdeildin, fjórði, fimti og sætti flokkur, í nýggja skúlan, sum kemur í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Hádeildin, sjeyndi, áttandi og níggjundi flokkur, flytur í juli 2019.

Í juli 2020 skal triðja byggistig verða liðugt, og tað skal hýsa yngstu næmingunum, teimum í grunddeildini og fritíðarskúlanum. Skúlin á Fløtum verður bygdur á einum stykki, sum kommunan eigur í Marknagili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328