Hetta er nú bíligari hjá tær at keypa

Hetta er nú bíligari hjá tær at keypa
Prísurin á bensini er lækkaður 62 oyru og prísurin á diesel er lækkaður 43 oyru seinstu tveir mánaðirnar
Seinastu tveir mánaðirnar er bensinið blivið 62 oyru bíligari meðan diesel er blivið 43 oyru bíligari, sambært yvirliti hjá Effo og Magn
 
21.10.2015 - 16:02

14. august í ár kostaði ein litur av bensini í Føroyum 9,29 krónur. Umleið tveir mánaðir seinni, fyrradagin 19. oktober, lækkaði prísurin aftur. Nú kostar ein litur av bensini 8,66 krónur.

Prísurin er lækkaður átta ferðir hetta tíðarskeiðið. Diesel er eisini vorðið bíligari. 14. august kostaði ein litur av diesel 7,49.  Fyrradagin, 19. oktober, lækkaði prísurin fyri diesel niður í 7,06 fyri liturin.

Húsarhaldsoljan eisini blivin bíligari

Prísurin fyri húsarhaldsolju er eisini lækkaður. 14. august kostaðu 1.000 litrar av húsarhaldsolju 6.338 krónur. Nú kosta 1.000 litrar 5.875 krónur sambært teimum báðum oljufeløgunum.

Seinastu tveir mánaðirnar hevur miðalprísurin fyri bensinið verið 8,59 krónur, fyri diesel 7,20 og miðalprísurin fyri húsarhaldsolju hevur verið 6.091 krónur fyri 1.000 litrar.

Seinastu tveir mánaðirnar er bensinið blivið 62 oyru bíligari meðan diesel er blivið 43 oyru bíligari, sambært nýggjum yvirliti hjá Effo og Magn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366