Landsstýrið viðgerð fíggjarlógina

Landsstýrið viðgerð fíggjarlógina
Landssfundur hevur verið í dag, har uppskotið um fíggjarlóg fyri komandi ár varð viðgjørt.
 
31.10.2015 - 16:32

Landsstýrið hevur í dag umrøtt uppskotið til fíggjarlóg, og hvørjar broytingar skulu gerast í sambani við fíggjarlógina.

Viðgerðin er ikki liðug, og tí ber ikki til at fáa nakað at vita um viðgerðina.

Undan fundinum í dag segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at enn er tað bert landsstýrið sum umrøður fíggjarlógina og ætlaðu broytingarnar, og tí kann hon ikki siga nakað í løtuni.

Tá landsstýrið er liðugt við sína viðgerð, verður fíggjarlógin og ætlaðu bvroytingarnar umrøddar í samgonguni. Tí verður neyvan nakað alment at frætta fyrr enn um eina viku, sigur hon.

Sambært árskalendaranum hjá løgtinginum er seinasti framløgudagur mikudagin í næstu viku.

Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini hevur sagt, at onnur viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg verður um hálvan november.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur fyrr sagt, at allar broytingar verða tøkar til aðru viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg, og at onnur viðgerð verður at meta sum fyrsta viðgerð av uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846