Óvist nær brúgvin verður liðug

Óvist nær brúgvin verður liðug
Hóast brúgvin um Sandá skuldi vera liðug til ólavsøku í ár, er framvegis ikki koyrandi um brúnna
Soleiðis var ætlanin at hon skuldi síggja út - brúgvin um Sandá. Higartil er brúgvin seinkað hálvan fjórða mánað, og í løtuni er ikki greitt, nær brúgvin verður liðug
Mynd: Tilgjørd mynd  
 
09.11.2015 - 17:06

Brúgvin um Sandá er ikki liðug enn, men tað er trupult at fáa nakað at vita um, nær brúgvin so verður liðug. Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu, vil í dag ikki gera viðmerkingar til málið um brúnna um Sandá.

Mikael Viderø sigur, at tey í løtuni arbeiða við málinum um avlevering, dagbøtur og meir- og minniveitingar í samband við arbeiðið.

SÍ EISINI Illveðrið seinkar brúnna um Sandá

Samráðst verður um hetta hesa vikuna, og tá tær samráðingarnar eru lidnar, ber til at greiða nærri frá arbeiðinum við brúnni, sigur tekniski stjórin.

Higartil er brúgvin altso seinkað umleið tríggjar og ein hálvan mánað. Í mars í ár segði Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Havn, at brúgvin skuldi vera liðug á Ólavsøku.

Munandi dýrari enn ætlað

Brúgvin um Sandá hevur havt ein rættiliga tungan burð og er eisini blivin dýrari enn ætlað. Hon bleiv fyrst bjóðað út í 2012.

Tá helt kommunan, at lægsta tilboðið upp á knappar 55 milliónir krónur fyri bæði brúgv og rundkoyringar, sum var frá Articon, var ov dýrt. Avgjørt varð at biða um nýggj tilboð.

Tá tilboðini vórðu latin upp í 2014 varð greitt, at brúgvin um Sandá fór at gerast væl dýrari enn tær 55 milliónir krónurnar.

Kostnaðurin óvissur í løtuni

Kommunan tók av tilboðnum frá J&K Petersen upp á knappar 60 milliónir bara fyri at gera brúnna. Haraftrat varð avtala gjørd við eina aðra fyritøku um at gera vegir og rundkoyringar fyri slakar 10 mió. kr. Tilsamans 70 milliónir krónur.

Nú er arbeiðið so seinkað nakrar mánaðir. Seinkingar plaga at merkja, at arbeiðið verður dýrari, annaðhvørt fyri arbeiðstakaran ella byggiharran - og harvið skattaborgaran.

Men um arbeiðið verður dýrari, hvussu nógv tað verður dýrari og hvør skal gjalda, ber ikki til at fáa greiðu á í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738