Nú verður bíligari at brúka tunnilin

Nú verður bíligari at brúka tunnilin
Á nýggjárinum verður bíligari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Mánaðargjaldið lækkar við einum hundraðkrónuseðli
Á nýggjárinum verður bíligari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hvør túrur lækkar úr 50 niður í 40 krónur. Mánaðargjaldið lækkar úr 700 niður í 600 krónur
 
08.12.2015 - 12:21

Á nýggjárinum verður bíligari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hvør túrur lækkar úr 50 niður í 40 kr., og mánaðargjaldið lækkar úr 700 niður í 600 kr.

Ferðslan í Norðoyatunlinum er vaksin støðugt síðani hann lat upp, og tá árið í ár er av, hava væntandi knapt 900.000 akfør koyrt í Norðoyatunlinum í ár. Tað er ein øking uppá seks prosent í mun til í fjør.

Minni í inntøku í 2016

Fyri tey sum hava árshald í báðum tunlunum verður prísurin 1.000 kr. um mánaðin. Hóast príslækkingina í Norðoyatunlinum, so kunnu haldini framvegis nýtast í báðum tunlunum.

Tá farið verður gjøgnum Norðoyatunnilin verða 40 krónur trektar, meðan 30 krónur fara av haldinum, tá koyrt verður í Vágatunlinum. Eingin broyting verður fyri akfør sum eru longri enn seks metrar.

Príslækkingin hevur við sær, at P/F Norðoyatunnilin væntandi fær 3,8 milliónir krónur minni í inntøku næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425