BLF: Barsilsskipanin fastheldur kynini

BLF: Barsilsskipanin fastheldur kynini
Búskapar og løgfrøðingafelagið heldur at Barsilsskipanin fastheldur kynini í einari gamlari kynsuppfatan
 
13.12.2015 - 15:12

"Barsilsskipanin er greitt dømi um skipan, sum byggir á gamla fatan av kynsleiklutum, og sum greitt ger mun á kynunum".

Tað heldur Búskapar og løgfrøðingafelagið. 

Felagið heldur, at kvinnur og menn eiga sama rætt til at fáa pengar úr barsilsskipanini. 

Felagið mælir í hoyringssvari sínum til, at lógarbroytingin sum nú verður framd, tekur hædd fyri hesum.

Løgtingið skal í morgin endaliga viðgera broytingarnar í barnsburðarfarloyvinum, tá triðja viðgerð er. 

Skotið er upp at leingja  farloyvi úr 38 vikum upp í 44 vikur. og at marka tvær vikur til pápan. 
- Sum er kann pápin lata mammuni tær báðar vikurnar. Tað kann hann ikki, um uppskotið verður samtykt. Tó enn er stórur munur á farloyvis-møguleikunum hjá mammuni og pápanum.

 
Sambært Búskapar og løgfrøðingafelagnum eru ásetingarnar í lógini um barsilsskipan í stríð við ásetingarnar í javnstøðulógini. - Endamálið við javnstøðulógini er at beina
burtur allan mismun vegna kyn.  

Búskapar og løgfrøðingafelagið heldur, at vit eiga at fara burtur frá skipanum, sum eggja kvinnum at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin framhaldandi er á arbeiðsmarknaðinum, vinnur sær fleiri royndir, pening og møguleikar frameftir.

 
Felagið tekur tó undir við broytingunum, sigur felagið í hoyringsskrivi sínum, sum av misgávum ikki kom fram til fyrstu viðgerð av málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328