Fleiri atkvøðugreiðslur á skránni

Fleiri atkvøðugreiðslur á skránni
Nógvar atkvøðugreiðslur vera á tingfundinum seinnapartin í dag. Tingfólkini skulu atkvøða um 13 tingmál
Fleiri atkvøðugreiðslur eru á skránni í Løgtinginum í dag. Atkvøðast skal um 13 tingmál, tá tingið kemur saman í dag
 
21.12.2015 - 10:33

Annars bíðar Løgtingið eftir Fíggjarnevndini og Vinnunevndini, sum hava fund fyrrapartin.

Bíðað verður eftir álitunum hjá Fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016, um skattalættan, um tøkugjaldið, sum skal leggjast á alivinnuna, og um at sleppa kringvarpsgjaldinum undan meirvirðisgjaldinum.

Vinnunevndin hevur uppskotið um uppboðssøla og veiðigjald. Neyðugt verður at víkja frá øllum tíðarfreistum, tá tey fimm málini, bíðað verður eftir, skulu avgreiðast.

Sambært álmanakkanum hjá tinginum er tingfundurin í dag fyribils tann seinasti í árinum. Tingfundurin í dag verður klokkan hálvgum tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162