FIFA revsar Blatter og Platini fyri svik

FIFA revsar Blatter og Platini fyri svik
Altjóða Fótbóltssamgongan, FIFA, hevur gjørt av at útihýsa Sepp Blatter og Michel Platini frá fótbólti í átta ár, tí teir hava viðvirkað til svik
Michel Platini og Sepp Blatter (myndin) eru útihýstir frá fótbólti í átta ár tí teir hava svikað, hevur FIFA, Altjóða Fótbóltssamgongan, gjørt av
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
21.12.2015 - 11:19

Sepp Blatter verður haraftrat dømdur at rinda 50.000 sweitsarafrankar og Michel Platini 80.000 sweitsarafrankar í bót, skrivar tíðindastovan, AFP.

Báðir søgdu seg vera ósekar í ákæruni um svik, tá etiska nevndin hjá FIFA avhoyrdi teir. Etiska nevndin hjá FIFA avhoyrdi Sepp Blatter í meir enn átta tímar hósdagin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fríggjadagin avhoyrdi nevndin Platini, sum er formaður í Europeisku Fótbóltssamgonguni, UEFA. Michel Platini hevur fingið forboð at virka í fótbólti í tríggjar mánaðir.

Platini segði etisku nevndini, at hann roknaði við at forboðið varð ógildað, so hann kundi royna at gerast forseti í FIFA á fundinum sum verður 26. februar.

Áðrenn illgrunin um svik kom fram, varð tikið sum givið, at Michel Platini fór at taka við sum forseti í FIFA eftir Sepp Blatter. Men nú er greitt, at tað verður hann ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
EM tíðindir
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
EM tíðindi - 18. januar 2026
202849
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738