Mótstøðufør ílega komin til Europa

Mótstøðufør ílega komin til Europa
Granskarar rópa varskó nú ílegan, sum ger bakteriur mótstøðuførar móti endaliga bakteriutýnaranum Colestin, er staðfest í Danmark og Bretlandi.
Ein ílega sum ger bakteriur mótstøðuførar móti antibiotika er nú staðfest í Europa.
 
22.12.2015 - 14:17

Colestin verður vanliga nýtt ímóti bakterium, sum einki annað antibiotika megnar at gera av við.

Fyri einum mánaði síðani var ein bakteria funnin har suðuri í Kina, sum var mótstøðufør ímóti Colestin, og nú eru tær eisini funnar í Bretlandi og Danmark.

Colestin er vanligt í dýrafóðri - og tað serliga við hesi mótstøðuføru bakteriuni er, at hon lættliga flytir seg frá einari bakteriu til aðra, sum hvør í sínum lagi evla til sjúkur og brunar av ymsum slagi.

Ílegan hevur helst ment sítt mótstøðuføri í dýrum. Hon er funnin bæði í livandi dýrum, kjøt og í fólki.

Støðan er álvarslig

Dr. Liz Taylor, sum starvast á Antimicrobial Resistance deildini hjá WHO, ávaraði fyri einum mánaði síðan um, at ilegan sum ger bakteriur mótsøuførar helst fer at fara um allan heim.

Nú er ílegan so staðfest í Bretlandi og Danmark, og heldur hon fram at spjaða seg, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri læknavísindi.

Sambært Liz tayler merkir hetta, at summi fólk fara at hava sjúkur, sum ikki kunnu viðgerast. Bakteriusmittur sum lungnabruni og blørðubruni kunna gerast deyðiligar.

Eisini vanligar skurðviðgerðir fyri til dømis blindtarm ella eitt mjadnaskifti kunnu gerast vandamiklar, tí pensillin fer ikki at basa bakterium, sum fáa atgongd til mannakroppin, tá skurðviðgerðir skulu gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860