Einki álit fyri jól

Einki álit fyri jól
Meirilutin í vinnunevndini hjá Løgtinginum kemur ikki við nøkrum áliti undan jólum, og fíggjarlógin verður tí ikki viðgjørd fyrr enn eftir jól.
Løgtingið fer í jólafrí uttan at nakað álit er komið frá vinnunevndini og uttan at nøkur fíggjarlóg fyri næsta ár er samtykt
 
23.12.2015 - 00:05

Bíðað hevur í allan dag verið eftir, at Vinnunevndin hjá Løgtinginum skuldi koma við áliti sínum um veiðigjøld og uppboðssølu av fiskirættindum.

Nú er tó greitt, at einki álit kemur fyri jól, sum Aksel V. Johannessen, løgmaður, annars veitti vissu fyri í Degi og Viku.

Andstøðan hevur meirilutan í vinnunevndini, og hon hevur rætt at hava málið til viðgerðar í ein mánað.

Løgfrøðiligt upprit

Andstøðan í vinnunevndini sigur seg vilja hava greiðu á, um tað er løgfrøðiliga í lagi at selja fiskirættindi á uppboði áðrenn 2018.

Tí hevur hon biðið umsitingina hjá Løgtinginum skriva eitt upprit, sum greinar, um ein uppboðssøla kann enda við endurgjaldi frá reiðarum.

Sambært løgfrøðingum, sum umboða Reiðarafelagið, so kann ein uppboðssøla elva til, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi.

Reiðarar meta seg eiga rættindi at fiska fram til 2018, og tí kunnu partar av hesum rættindum ikki seljast á uppboði. 

Fíggjarlóg millum jóla og nýggjárs

Tingið er farið í jólafrí, men kemur saman aftur 28. desember at viðgera fíggjarlógina fyri 2016.

Óvist er enn hvussu verður við inntøkunum frá ætlaðu uppboðssøluni, sum skuldi tryggja landskassanum eina inntøka á einar 50 mió. næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928