Vanlukkan í Stord á National Geographic

Vanlukkan í Stord á National Geographic
Amerikanska sjónvarpsrásin sendir mánakvøldið eina sending um vanlukkuna, tá fýra fólk lótu lív umborð á einum flogfari hjá Atlantic Airways.
Eingin av teimum seks spoilarunum fóru út, tá flogfarið hevði sett seg, og flogskipararnir megnaðu ikki at bremsa flogfarinum, áðrenn tað fór oman av vøllinum
 
02.01.2016 - 10:08

Syrgiliga vanlukka, tá fýra fólk umborð á einum flogfarið hjá Atlantic Airways lótu lív í Stord í Norra, verður nú varpað út kring allan heimin. 

Tí mánakvøldið sendir amerikanska sjónvarpsrásin National Geographic eina sending um vanlukkuna í Stord. 

Í lýsingini fyri sendingina skrivar National Geographic, at vanlukkan í Stord verður endurskapt í sendingini, sum verður varpað út í 170 londum.  

National Geographic er ein av heimsins størstu sjónvarpsrásum, og leggur seg serliga eftir at framleiða tilfar við vísindaligum innihaldið. 

Vanlukkan í Stord er størsta vanlukkan hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Tað var 10. oktober í 2006, at eldur kom í eitt flogfar hjá Atlantic Airways, sum júst hevði lent, tá tað koyrdi út av flogbreytini í Stord. Eingin av teimum seks spoilarunum á flogfarinum fóru út, tá flogfarið hevði sett seg, og at eingin av teimum trimum bremsuskipanunum fingu steðgað flogfarinum, áðrenn tað fór oman av vøllinum.  

16 fólk vóru í flogfarinum. Fýra doyðu og seks fingu ógvusligar lóstir av eldinum.
 
Sendingin verður send á National Geographic mánakvøldið klokkan 20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793