- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingið staðiliga áheitan um ikki at koma á gólv

Fiskimálaráðið hevur staðiliga boða stjóranum á Ocean Group Faroes, Alexander Wilhelm, frá at koma inn í Fiskimálaráðið, tí tað tænir ongum endamálið.
Hetta sæst í notati, sum aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, hevur skrivað, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
Sambært innlitinum hevur tað verið sera nógv samskifti millum Fiskimálaráðið og stjóran fyri Ocean Group Faroes í desember 2015.
Heili átta fundir av ymsum slag hava verið millum partarnar frá 2. til 14. desember.
Reiðarin hevur strongt nógv á fyri, at Ocean Group Faroes kann fáa loyvi at sleppa til fiskiskap.
Mikudagin 2. desember og mándagin 7. desember vóru telefonfundir millum partarnar, har Alex Wilhelm fekk at vita, at Fiskimálaráðið enn viðgjørdi umsóknina frá Ocean Group Faroes.
Týsdagin 8. desember kom Alex Wilhelm inn í Fiskimálaráðið, tí hann var ikki nøgdur við boðini frá Fiskimálaráðnum. Hann fekk tó at vita, at Fiskimálaráðið enn viðgjørdi umsóknina frá felagnum.
Dagin eftir, mikudagin 9. desember, kom Alex Wilhelm aftur inn í Fiskimálaráðið.
Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum skrivar:
"Undirritaði hevði boðað Alex Wilhelm staðiliga frá at koma á gólvið, tí tað tændi ongum endamáli, tá Alex hevði fingið greið boð, eins og at vit høvdu regluligt samband í telefonini, tað merkti undirritaði og Alex. Ynski mítt varð ikki gingið á møti. Alex kom kortini inn á gólvið og í stuttari samrøðu endurtók undirritaði boðini um, at niðurstøða verður gjørd í hesi vikuni standa við og undirritaði hevur onki at leggja afturat".
Fríggjadagin 11. desember var aftur ein telefondundur millum partarnar. Enn eina ferð heitti aðalstjórin á reiðaran um, at tað nyttaði ikki at halda fam at halda fundir.
Rógvi Reinert skrivar:
"Partarnir samdust um, at lítil nytta var í, at Alex Wilhelm og Fiskimálaráðið tosaðu í telefon. Alex Wilhelm nevndi møguleikan at hava fund. Rógvi Reinert svaraði, at um fundur skuldi vera, so mátti Alex Wilhelm, ella umboð fyri felagið , hava nakað nýtt at leggja í málið. Ella var onki endamál at hava fund".
Mánadagin 14. desember var so aftur tveir telefonfundir millum partarnar, og heitti Alex Wilhelm enn eina ferð á Fiskimálaráðið um at hava ein fund dagin eftir.
Fiskimálaráið boðaði frá, at fyrst mátti Fiskimálaráðið fáa alt nytt tilfar í málinum skrivliga. Eftir tað kundu partarnir avtala ein fund.




























