Madrid feløg fingið harða revsing

Madrid feløg fingið harða revsing
Real Madrid og Atletico Madrid hava fingið harða revsing, sum hevur við sær, at tey ikki sleppa at keypa nýggjar spælarar.
 
14.01.2016 - 13:02

Real Madrid er kent fyri at keypa teir bestu fótbóltsspælararnar í heiminum.

Men um spanska kongafelagið hevur ætlanir um tað, skal tað skunda sær.

Bæði Real Madrid og Atletico Madrid hava fingið forboð frá FIFA at keypa spælarar.

Forboðið er galdandi frá í summar, og tað fevnir um átjan mánaðir. Sostatt kunnu tey bæði feløgini keypa leikarar í hesum januar flytingarglugganum.

Orsøkin til revsingina er, at bæði feløgin ikki hava hildið reglurnar, tá tey hava knýtt spælarar, sum eru undir 18 ár at felagnum.

Bæði feløgini hava eisini fingið bót frá FIFA. Atletico Madrid skal gjalda seks milliónir og Real Madrid tríggjar milliónir krónur.

Feløgini sleppa at keypa spælarar aftur, tá ið komið er fram til summarið í 2017. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666