Føroyski báturin frítakast fyri meirvirðisgjald

Føroyski báturin frítakast fyri meirvirðisgjald
Løgtingið fer at viðgera eitt uppskot um, at føroyski báturin skal sleppa undan meirvirðisgjaldinum. Handverkið kann hvørva, heldur tingmaður
Nýggir føroyskir bátar og bátar, sum verða umvældir, skulu sleppa undan at gjalda meirvirðisgjald, heldur Bjørn Kalsø
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Mohr  
 
19.01.2016 - 08:11

Løgtingið fer seinni í vikuni at viðgera uppskot frá Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum um, at nýggir føroyskir bátar og bátar, sum verða umvældir, skulu sleppa undan at gjalda meirvirðisgjald.

Bjørn Kalsø sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at bátasmiðirnir fækka, og lærlingar verða ikki settir við. Nýggir bátar verða sjáldan smíðaðir, og tí er handverkið í vanda fyri at hvørva, um einki verður gjørt.

Kostar landinum 80-100.000 um árið

Hann sigur, at slepst undan meirvirðisgjaldi, fer tað at hava jaliga ávirkan á føroyskt bátasmíð, bátasmiðir, tey, sum ætla at fáa sær nýggjan bát ella umvæla føroyskan bát.

Haraftrat fer uppskotið at hava jaliga ávirkan á altjóða sáttmálar, tí vit kunnu vísa á, at arbeitt verður við at verja siðaarvin, sum vit hava skyldu til sambært UNESCO-sáttmálanum hjá ST, sigur Bjørn Kalsø.

Taks hevur upplýst, at uppskotið fer leysliga mett at kosta landskassanum millum 80.000 og 100.000 krónur um árið í mistari mvg-inntøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373