Herurin sendur at basa Zika-virusinum

Herurin sendur at basa Zika-virusinum
Zika-virusið, ið kann skaða fostur, breiðir seg í løtuni skjótt í Suðuramerika. Fyrstu tilburðirnir eru nú eisini skrásettir í Danmark og Svøríki
Í Brasil er herurin sendur at royna at basa Zika-virusinum, ið breiðir seg skjótt í suðuramerikonsku londunum
Mynd: AP  
 
27.01.2016 - 09:32

Eitt lítið bit frá einum mýggjabita. Tað er alt, ið skal til fyri at fólk verða smittað av Zika-virusinum, ið ger um seg í fleiri londum í løtuni.

Tað eru serliga suðuramerikansku londini, ið eru meint rakt av virusinum. Heimsins heilsumyndugleikar rópa varskó, nú virus er funnið í 21 londum.

Zika-virusið er serliga vandamikið fyri barnakonur. Hildið verður, at Zika-virusið er orsøk til at børn eru fødd við álvarsamum heilaskaðum.

Herurin settur inn

Bert í Brasil eru einir 4.000 tilburðir skrásettir, men talið er helst munandi størri. Hildið verður, at 1,3 milliónir fólk í landinum eru smittað.

Myndugleikarnir hava sent herin at royna at basa Zika-virusinum. Ætlanin er, at 200.000 hermenn skulu hjálpa til at basa sjúkuni í Brasil.

World Health Organization hevur sett Zika-virusið á ein lista við 10 sjúkum, ið eru hættisligar, og eingin heilivágur hjálpir, um fólk eru smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860