Drotningin vitjar í summar

Drotningin vitjar í summar
Margretha Drotning kemur til Føroya í juni mánað sambært fráboðan, ið júst er send út. Óvist er um prinsurin verður við á ferðini ella ikki
Margretha Drotning kemur til Føroya í juni mánað, hevur Løgmansskrivstovan júst kunngjørt
 
27.01.2016 - 10:53

Løgmansskrivstovan hevur almannakunngjørt, at Hennara hátign Margretha Drotning kemur á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 13. til 16. juni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini. Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har Margretha Drotning millum annað fær høvi at uppliva náttúruna, mentanina og matin her á landi, stendur í fráboðanini.

Í nýggjársrøðu sínari boðaði drotningin frá, at Heindrikkur prinsur hevur slept sínum almennu pliktum og er farin uppá pensjón, sum hon orðaði seg.

Einki verður nevnt í fráboðanini frá Løgmansskrivstovuni, um prinsurin verður við á føroyaferðini í juni í summar ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083