Jóan Símun Edmundsson í Superliguni

Jóan Símun Edmundsson í Superliguni
Superligafelagið, OB, hevur keypt føroyska landsliðsleikaran, Jóan Símun Edmundsson, frá Vejle
 
29.01.2016 - 18:45

Jóan Símun Edmundsson hevur higartil havt eitt sera gott kappingarár fyri Vejle, og tað hava onnur varnast.

OB hevur í dag keypt føroyingin frá Vejle.

Venjarin hjá OB, Kent Nielsen fegnast um at hava fingið føroyska áleyparan í hópin.

- Hann er ein svangur og kreativur spælari, sum samstundis er rennisterkur og fjølbroyttur, sigur Kent Nielsen við ob.dk

Jóan Símun gleðir seg

- Hetta er eitt stig á rættari leið. Nú spæli eg á allarhægsta stigi í Danmark.

- Mínar styrkir eru í tí kreativa, men eg vil eisini arbeiða hart fyri liðið, og tað gleði eg meg til, sigur Jóan Símun Edmundsson við ob.dk

OB er í løtuni á sjeynda plássi í donsku superliguni við 24 stigum.

Superligan er í løtuni í vetrarsteðgi, men byrjar aftur 26. februar. Tá spælir OB á heimavølli móti AGF.

Sáttmálin millum OB og Jóan Símun Edmundsson er galdandi til summarið í 2018

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210