Mælir til búskaparligt varsemi

Mælir til búskaparligt varsemi
Tað er neyðugt at reka ein varnan búskaparpolitikk, heldur løgmaður. Hann ávarar um at halda aftur við almennum íløgum
Størsta mistakið, vit kunnu gera, nú tíðirnar eru góðar, er at oysa meira olju á bálið, sigur Aksel V. Johannesen
 
03.02.2016 - 10:31

Størsta mistakið, vit kunnu gera, nú tíðirnar eru góðar, er at oysa meira olju á bálið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðargrein í Sosialinum í dag.

At arbeiðsloysið er lítið kann hava við sær, at minni fæst fyri pengarnar, sum verða nýttir til íløgur, heldur Aksel V. Johannesen.

Í staðin fyri at hugsa um løtuvinning, hevur samgongan tí sett sær fyri at at bøta um langtíðar haldførið hjá føroyska búskapinum, skrivar løgmaður í tiðargreinini.

Tað hevur við sær, at land og kommunur í felag mugu halda aftur, tí, skrivar løgmaður, tað munar lítið, um landið heldur aftur, meðan virksemið hjá kommunum um landið veksur alsamt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531