Menninir hava tær góðu lønirnar

Menninir hava tær góðu lønirnar
Tað eru munandi fleiri menn við høgum inntøkum enn kvinnur, staðfestir nýggjasta frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, ið verður løgd fram í morgun
Stórur munur er á inntøkunum hjá monnum og kvinnum sambært nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum
 
04.03.2016 - 10:09

Stórur munur er á inntøkunum hjá monnum og kvinnum. Tað staðfestir búskaparfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum.

Kvinnur eru meira enn helmingurin í bólkunum, ið tjena undir 300.000 krónur um árið. Í bólkunum, ið forvinna 300.000 ella meira, eru fleiri menn enn kvinnur.

Í bólkinum, ið forvinnur millum 300.000 og 400.000 um árið, eru 46 prosent kvinnur og 54 prosent menn. Tá vit koma í bólkarnar, ið forvinna meira enn 400.000, lækkar prosenttalið av kvinnum rættuliga nógv.

Av teimum, ið tjena millum 400.000 og 500.000, eru bara 28 prosent av kvinnum. Bara trý prosent av kvinnum eru í bólkinum, ið tjena eina millión og meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Sunnudag 8. mars
Bolero - 8 mars 2025
205303
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta í Vestmanna kirkju
205300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297