VÍF kós í finaluna

VÍF kós í finaluna
Frástøðan millum liðini, ið kappast um annað plássið í FM-finaluni, er økt
Mynd: vif.fo  
 
06.03.2016 - 20:38

Við einum sigri á STÍF í dag, stevnir VÍF móti FM-finaluni. Samstundis, sum KÍF vann á Kyndli, er munurin millum liðini, ið kappast um at koma í finaluna, øktur.

Hóast útlitini síggja bjartast út hjá vestmenningum, hava KÍF og Kyndil framvegis møguleika at røkka finaluni, men kunnu ikki avgera tað sjálvir - tað krevst, at VÍF snávar.

H71 er framvegis greitt á odda og hevur beinleiðis kós í finaluna.

 

1 H71 - 31 stig

2. VÍF - 26 stig

3. KÍF - 22 stig

4. Kyndil - 21 stig

5. STÍF - 18 stig

6. Neistin - 14 stig

7 Team Klaksvík - 0 stig

 

Øll liðini hava fimm dystir eftir at spæla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201