Politisku feløgini: Tunnilsgjaldið strikast

Politisku feløgini: Tunnilsgjaldið strikast
Tunnilsgjaldið skal strikast samstundis sum Vágatunnilin verður latin landinum, halda politisk feløg í Vágum og Norðoyggjum
Tað skal verða ókeypis hjá fólki at brúka Vágatunnilin eftir at tunnilin verður latin landinum í desember í ár, halda politisku feløgini
 
04.04.2016 - 11:21

Tá Vágatunnilin verður latin Henriki Old, landsstýrismanni, 10. desember í ár, skal vera ókeypis at koyra í tunlinum. Tað siga politisku feløgini í Vágum og Norðoyggjum í felags yvirlýsing.

Yvirlýsingin kemur í kjalarvørrinum av borgarafundinum í skúlanum á Giljanesi 29. mars. Feløgini skriva, millum annað, at "viðmerkingarnar til lógina um p/f Vágatunnilin eru klokkuklárar.

SÍ EISINI Mótmæla ætlan at varðveita tunnilsgjaldið

"Tað kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tað skal vera ókeypis at koyra, tá brúkarin hevur gjørt sína skyldu at gjalda lánið aftur. Og tí skal avtalan, sum landið hevur gjørt við vágafólk og fólkið í Føroyum, haldast," stendur í yvirlýsingini.

Politisku feløgini heita samstundis á Henrik Old, landsstýrið og Løgtingið um at finna eina loysn, so Vágatunnilin, eins og allir landsvegir annars, verða hildnir viðlíka og eru tryggir at brúka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087