Lestrarstuðulin lækkar ikki

Lestrarstuðulin lækkar ikki
Hóast prístalið er lækkað, lækkar lestrarstuðulin ikki, og nóg mikið av peningi er á fíggjarlógini at varðveita stuðulin óbroyttan
 
20.04.2016 - 09:01

Løgtingið hevur einmælt samtykt, at lestrarstuðulin skal ikki lækka, hóast prístalið er lækkað.

Lógin forðar fyri, at lestrarstuðul frá Studna fyri lestrarárið 2016 og 2017 verður prístalviðgjørdur í august. 

Miðalprístalið er nú minus 1,7 prosent samanborið við einum ári síðani, og hetta er triðja árið á rað, at prístalið lækkar.

Lógarbroytingin fer at kosta landskassanum hálvu aðru millión krónur um árið, men rúm er fyri tí, tí á fíggjarlógini er ikki roknað við, at prístalið lækkar.

Sostatt eru tær 700.000 krónurnar, sum landskassin kundi spart við at minka lestrarstuðulin eftir prístalinum, við á fíggjarlógini í ár. 

Tá málið var til 2. viðgerð seinnapartin, atkvøddu øll 26 tingfólkini, sum vóru í salinum, fyri.

Málið skal hava eina viðgerð aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507