Met nógvir bátar til ódnartakið

Met nógvir bátar til ódnartakið
Róð verður í annaðkvøld
 
24.04.2016 - 10:52


Fyrsta Ódnartakið, tað vil siga  nýggja slagið av kappróðri, har teinurin einans er 140 metrar, verður í annaðkvøld í Havn. Róð verður ikki frá Argjalandinum og inn undir Havnaskrivstovuna, sum á ólavssøku, men frá skipasmiðjukeiðini yvir móti ískeiðini, 140 m. Tað svarar til millum 25 og 30 áratøk. 

 

Meðan talið av bátum til vanligu kappróðrarstevnurnar seinnu árini hevur verið fallandi, so er met nógvir bátar tilmeldaðir ódnartakið í annaðkvøld, skriva fyriskipararnir í einum tíðindaskrivi


Tríggjar kappingar ella trý ódnartøk verða í ár. Fyrsta umfar í morgin, annað umfar verður í Runavík 14 maj og seinasta umfarið verður á bátastevnuni í Vestmanna 21 mai.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233