Gongur striltið at seta aðalstjóran

Gongur striltið at seta aðalstjóran
Tað gongst striltið at seta aðalstjóra í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Kringvarpið skilur, at ósemja er um setanina
Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum skuldi eftir ætlan verða sett fyrsta mai, men nú vit nærkast fyrsta juni, er aðalstjórin framvegis ikki settur
 
24.05.2016 - 13:55

Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum skuldi eftir ætlan verða sett fyrsta mai, men nú vit nærkast fyrsta juni, er framvegis ongin aðalstjóri settur.

Skjótt tríggjar mánaðir hevur tað tikið at finna nýggjan aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Starvið varð lýst leyst í februar, og freistin at søkja starvið var 7. mars klokkan 12.

Løgmaður onga viðmerking

Í starvslýsinigni stóð, at starvið verður sett frá 1. mai 2016 ella eftir nærri avtalu. Men nú vit nærkast fyrsta juni, er ongin aðalstjóri settur.

Sum Kringvarpið skilur, so er ein ávís ósemja um setanina. Løgmaður, sum formelt setur aðalstjórar, vil ikki siga nakað í dag, uttan at málið ikki er klárt til støðutakan enn.

Løgmaður vil ikki siga, um ósemja er um setanina. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag, men sigur, at tilgongdin at seta starvið ikki er liðug.

Løgmansstjórin vil heldur einki siga

Tá løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, fær spurningin, um ósemja er um setanina, er svarið, at hon ikki vil fyrihalda seg til spurningin.

Marjun Hanusardóttir sigur í dag, at hon onki kann siga um, nær starvið verður sett, hvørki um tað verður innan fyrsta juni ella um tað verður áðrenn summarfrítíðina.

10 umsóknir vóru til starvið, sum aðalstjóri í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum, tá freistin at søkja var úti sjeynda mars.

Tveir umsøkjarar drigið í land

Men tveir umsøkjarar hava tikið umsóknina aftur, sigur løgmansstjórin, og tí eru átta umsóknir eftir til starvið, sum aðalstjóri í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum.

Umframt Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, eru fýra onnur fólk í setanarbólkinum. Tvey eru úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, ein er av løgmansskrivstovuni og eisini er aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum í setanarbólkinum.

Útvarpið hevur roynt at fingið fatur á Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, men tað eydnaðist ikki til tíðindini á døgurða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595