Nýggja nevndin skipað seg

Nýggja nevndin skipað seg
Nevndin í Tryggingarfelagnum Føroyar hevur skipað seg við Lars Bonde, ið er samtaksstjóri í Tryg og stjóri í TRYG Danmark, sum formanni
 
06.06.2016 - 09:56

Lars Bonde er samtaksstjóri í Tryg og Stjóri í tryggingarfelagnum, TRYG Danmark. Nevndin í TF Holding velur einsamøll nevndina í Tryggingarfelagnum, og nýggj nevnd í Tryggingarfelagnum varð vald á eykaaðalfundi tann 27. mai, eftir at TF Holding hevði fingið nýggja nevnd.

Úr nevndini í Tryggingarfelagnum fóru Gunnar í Liða og Jákup Egholm Hansen, og inn komu Karl Birgir Isaksen og Lars Bonde.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Lars Bonde sum formanni og Ingunn Eiriksdóttir sum næstforkvinnu.

Hinir limirnir í nevndini eru Ingeborg Godtfred, Karl Birgir Isaksen, Teitur Samuelsen, Sonni L. Petersen, John Eystberg og Selinda í Heiðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572