Kærir kanska landsstýrismannin

Kærir kanska landsstýrismannin
John Rajani umhugsar at kæra Poul Michelsen til Løgtingsins umboðsmann í sambandi við at seta aðalstjóra í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum
John Rajani umhugsar at kæra landsstýrismannin í vinnumálum til umboðsmannin, tí hann varð vrakaður til aðalstjórasessin, hóast setanarbólkurin innstillaði hann fremst
 
06.06.2016 - 12:24

Seinnapartin fer John Rajani á fund við ein løgfrøðiligan ráðgeva at vita, hvørjar møguleikar, hann hevur.

Fríggjadagin kom alment fram, at setanarnevndin metti John Rajani at vera best skikkaðaðan til aðalstjórastarvið.

SÍ EISINI Poul Michelsen vil ikki hava Rajani sum aðalstjóra

Men landsstýrismaðurin við vinnumálum, Poul Michelsen, vildi ikki hava John Rajani. Tí gjørdi løgmaður av at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Løgmaður setur aðalstjórar í samráð við landsstýrismannin í ráðnum. John Rajani vil í dag ikki siga, um hann fer at søkja starvið aftur, ella um hann fer at kæra málið.

- Tað er millum annað tílíkir spurningar, sum skulu vendast hjá einum løgfrøðingi, sigur John Rajani við útvarpið í dag.

Rumbul um setanir verið fyrr

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein aðalstjórasetan er endað í uppreisn heldur enn setan. Seinnu árini eru fleiri aðalstjórasetanir endaðar við politiskum rumbli.

Tá Rúni Joensen, sum hesa ferð situr í setanarbólkinum, var settur sum aðalstjóri í Løgmálaráðnum, var hann ikki fyrsta valið hjá setanarbólkinum.

Men táverandi løgmaður og landsstýrismaður, Høgni Hoydal, valdi Rúna Joensen fram um fyrsta val hjá setanarbólkinum.

Løgtingsins umboðsmaður hevur fyrr átalað

Tá ið Herluf Sigvaldssen varð settur sum aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum, var hann triðja val hjá meirilutanum í setanarnevndini.

Men Herluf Sigvaldssen var fyrsta val hjá landsstýrismanninum tá, Jørgeni Niclasen. Uttanríkisráðið var stutt eftir niðurlagt. Løgtingsins umboðsmaður kom við eini lemjandi atfinning av setanartilgongdini.

SÍ EISINI Politiskar starvssetanir undirgrava rættartrygdina

Felags fyri trupulleikarnar í hesum setanum er, at tær liggja í einari grásonu millum fyrisiting og politikk. Fyrisitingin mælir til og politiski myndugleikin, tað vil siga løgmaður, sum eisini er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki, setur. Ella, sum í hesum førinum, ger av at lýsa starvið leyst.

At setanarbólkurin helt fast um sítt tilmæli, eisini aftaná at Poul Michelsen hevði gjørt vart við, at hann ikki vildi hava John Rajani sum aðalstjóra, kundi bent á eitt valdsstríð millum politiska myndugleikan og fyrisitingina í Tinganesi.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá Marjuni Hanusardóttir til tíðindini á døgurða. Tí veit útvarpið ikki, um starvslýsingin ella um setanarbólkurin verður hin sami.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028